Hesar sangkvinnur vinna mest pening

Ovast er Taylor Swift.

Taylor Swift liggur  fremst millum sangkvinnur, ið vinna mesta peningin.

 

Hon vann sær í fjør 170 milliónir dollarar. Meginpartin uppá sin 1989tour, umframt sølu av útgávum og lýsingaravtalur við Coca C32ola og Apple.

 

Langt er niður til nummar tvey á listanum. Har er Adele, sum í fjør vann sær 80,5 milliónir dollarar.

 

Nummar 3 er Madonna, ið fekk 76,5 milliónir dollarar í kassan í fjør, mest orsakað av hennara Rebel Heart tour.

 

Tær næstu á topp 10 listanum eru  Rihanna, Beyoncé, Katy Perry, Jennifer Lopez, Britney Spears, Shania Twain og Céline Dion.