Hesar dagar verður Summar Festivalurin í 2023

Forsølan til festivalin byrjar í dag

Summar Festivalurin 2023 verður hildin í Klaksvík dagarnar 3. til 5. august, og í næstum verða fyrstu bólkarnir til festivalin kunngjørd.

 

Summar Festivalurin hevur verið hildin síðani 2004, og næsta ár verður festivalurin, ið er landsins størsta tónleikatitak, hildin fyri 18. ferð.

 

Í dag byrjar forsølan til Summar Festivalin 2023.