Hesar byrja móti Spania

Lene Terp, landsliðsvenjari hevur sett nøvn á tær 11, sum byrja dystin móti sponsku heimsstjørnunum í kvøld

Klokkan 20.00 føroyska tíð fara kvinnurnar á vøllin til ársins seinasta landsdyst. Spania tekur ímóti á Estadio La Cartuja de Sevilla, og talan er um eina uppgávu av teimum heilt stóru. Nú er byrjunaruppstillingin klár, og hon líkist nógv sær sjálvari frá dystunum móti Ukraina og Ungarn í oktober. Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir er aftur klár at byrja á føroyska miðvøllinum, og á høgra bakki hevur Kára Djurhuus aftur fingið møguleikan frá byrjan.

 

Føroyar byrja dystin við hesum 11:

 

Óluva Allansdóttir Joensen – Kára Djurhuus, Birita Ryan, Rakul Maria Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Ásla Johannesen – Heidi Sevdal, Olga Kristina Hansen, Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Julia Naomi Mortensen – Lea Lisberg.

 

Á bonkinum hjá Føroyum sita málverjarnir Anna Sunadóttir Hansen og Valborg Østerø, umframt útileikarar Maria á Lakjuni, Eyðvør Klakstein, Sanna Svarvadal, Tórunn Højgaard Joensen, Tóra Mohr og Maria Biskopstø.

 

Dysturin millum Spania og Føroyar byrjar. kl. 20.00 føroyska tíð og hann kann stroymast á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, www.kvf.fo.