Øll kenna vit Guðrun&Guðrun her í Føroyum og við góðari hjálp frá vælumtóktu donsku sjónvarpsrøðini Forbrydelsen, er klædnamerkið kent langt út um landoddarnar við.
Guðrun&Guðrun er fyrst og fremst kent fyri at nýta føroyska binding, men hevur í seinastuni vakt altjóða ans við sínum menningarverkætlanum.
Umframt føroysku bindikonurnar knýttar at fyritøkuni, eru tvær bindistovur í Jordan og Peru, har kvinnur starvast fyri Guðrun&Guðrun. Tað var longu í 2008, at verkætlanin í Jordan byrjaði, meðan tann í Peru lat upp í 2012. Millum 25 og 30 kvinnur starvast hjá Guðrun&Guðrun gjøgnum hesar verkætlanirnar.
Endamálið er at geva hesum kvinnunum eina rættvísa inntøku. Í flestu førum er talan um fátækar kvinnur, sum liva í einum samfelag, sum væntar, at tær skulu vera heimagangandi.
Guðrun&Guðrun hava eisini lagt til merkis flóttafólkastreymin úr Sýria, og tí hava tær í seinastuni lagt seg eftir at seta sýriskar flóttafólkakvinnur í starv í bindistovuni í Sýria. Sambært flóttafólkastovninum hjá ST, UNHCR, eru yvir ein hálv millión skrásettir sýrar flóttafólk í Sýria, og ein góður triðingur av teimum liva í familjum, har kvinnan er høvdið.
Tað er ómetaliga torført hjá flóttafólkunum at vinna eina inntøku í Jordan, serliga hjá kvinnunum, og tí eru tær og tær familjur, tær umboða, sera illa fyri.
Fleiri kvinnur úr flóttafólkalegunum í Jordan hava tí sett seg í samband við bindistovuna hjá Guðrun&Guðrun og hava biðið um starv har. Kvinnurnar verða lærdar upp, fáa garn og mynstur og kunnu síðani fara heim aftur at binda, har tær eisini kunnu vera um familjuna samstundis.
- Hetta eru kvinnur, sum einaferð høvdu eitt gott lív í Sýria, men sum vóru bangin um trygdina hjá sínum børnum, tá kríggið brast á. Tær eru komnar til Jordan fyri at kenna seg tryggar. Her eru altjóða hjálparfelagsskapir, sum kunnu veita teimum mat og klæði, men ikki pening, sigur Hind Hammouqah, sum er verkætlanarleiðari hjá Guðrun&Guðrun í Jordan við International Business Times.