Greiningarfyritøkan App Annie hevur gjørt upp, hvørjar appir vóru mest niðurtiknar í 2015, og Facebook fyritøkan situr á fýra teimum ovastu plássunum.
WhatsApp er mest downloadaða app í 2015, og miðilin hevur nú næsta eina milliard brúkarar.
Í hølunum á WhatsApp eru Messenger, Facebook og Instagram, sum alt eru miðlar hjá Facebook.
Best umtókta appin í 2015, sum Facebook ikki eigur, er Clean Master, sum kann dagføra fartelefonir, ið eru tyngdar og arbeiða seint, og har battaríið skjótt rennur út.
Skype, YouTube og Snapchat eu eisini at finna yvir 10 tær mest niðurtiknu appirnar í 2015.