Í farnu viku lá tað í kortinum hjá altjóða veddingarfyritøkunum, at FC Honka Espoo fór at sigra á NSÍ á heimavølli í Europa Conference League undankappingini.
Tá vóru gjøgnumsnitsoddsini hjá altjóða veddingarfyritøkunum uppá heimasigur til Honka 1,40, og heili 6,42 uppá útisigur til NSÍ. Gjøgnumsnitsoddsini uppá javnleik vóru 4,37.
NSÍ fekk ein flottan 0-0 javnleik í Helsinki, og hevur eitt gott útgangsstøðið til dystin móti Honka á Svangaskarði í annaðkvøld klokkan 18.
FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum.
Veddingarfyritøkurnar hella aftur hesaferð til ein sigur til Honka aftaná vanliga leiktíð, men gjøgnumsnitsoddsini uppá NSÍ-sigur eru minkaði munandi í mun til farnu viku.
Nú liggja oddsini uppá heimasigur til NSÍ millum 3,14 og 4,0. Oddsini uppá útisigur til Honka liggja millum 1,67 og 1,93, ið er munandi hægri í mun til farnu viku,
Oddsini uppá javnleik, ið hevði givið longda leiktíð á Svangaskarði liggja millum 2,46 og 3,50.
Veddingarfyritøkur: NSÍ-Honka | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 3.65 | 3.45 | 1.86 | ||
1xBet | 3.62 | 3.40 | 1.93 | ||
888sport | 4.00 | 3.50 | 1.90 | ||
bet-at-home | 3.75 | 3.35 | 1.80 | ||
Betfair | 3.90 | 3.30 | 1.80 | ||
Betsafe | 3.75 | 3.50 | 1.90 | ||
Betsson | 3.75 | 3.50 | 1.90 | ||
BetVictor | 3.60 | 3.40 | 1.85 | ||
bwin | 3.60 | 3.30 | 1.90 | ||
ComeOn | 3.65 | 3.45 | 1.86 | ||
Interwetten | 3.95 | 3.40 | 1.90 | ||
Unibet | 4.00 | 3.50 | 1.90 | ||
William Hill | 3.60 | 3.40 | 1.91 | ||
youwin | 3.50 | 3.25 | 1.88 | ||
Betfair Exchange | 3.14 | 2.46 | 1.67 | ||
Gjøgnumsnitsodds | 3.75 | 3.41 | 1.88 |