Seinnapartin mikudagin hoyrdist aftur ein hvøllur brestur um tað mesta av Jerusalem, og aftur hesaferð var tað ein palestinsk sjálvmorðsbumba, sum brast. Munurin var bert, at hesaferð var tað ikki ein sjálvmorðsbumbumaður, sum sprongdi seg í luftina, men ein kvinna.
Við sær í deyðan tók hon sjey ísraelsmenn, teirra millum eitt smábarn. Teir servandu ísraelsku trygdarmenninir vórðu enn eina-ferð boðsendir at taka upp tað, sum einaferð vóru partar av livandi fólki. Hetta er næstan vorðið vani hjá teimum, tí dagin fyri høvdu teir gjørt tað sama, tá ein palestini drap seg sjálvan og 19 ísraelsmenn.
Eins og týsdagin svaraði ísraelska stjórnin eisini í gjár aftur við at senda hermenn og stríðsvognar inn í palestinskar býir á Vestara Áarbakka. Við Ramallah, Betlehem og Qalqilya leitaðu hermenninir eftir víðgongdum palestinum. Vápnaðir palestinar gjørdu mótstøðu, og tveir ísraelskir hermenn lógu eftirá.
Ísraelska herleiðslan sigur, at hermenninir tóku fleiri palestinar í Betlehem og í einari flóttafólkalegu har nærhendis, og at ein væl vápnaður palestini varð skotin eina aðrastaðni.
Men sambært 65 leiðandi palestinum hjálpa tey ísraelsku móttiltøkini ikki. Í einari felags áheitan á palestinar og ísraelsmenn skriva tey 65, at tær palestinsku sjálvmorðs-atsókn-irnar loysa ongan trupul-leika, men gera bara støð-una verri og elva til uppaftur meiri hatur.
Men teir víðgongdu palestinskufelagsskapirnir og teirra sjálvmorðs-bumbumenn og -kvinnur vilja ikki lurta eftir ráðunum. Tað sást týsmorgunin og aftur mikudagin.