Hesaferð skjeyt Anfinn Kallsberg

- Tað kendist ógvuliga væl at trýsta á knøttin og lata fyrsta skotið av til Norðoyatunnilin, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður, ið hevur verið ein av heitastu talsmonnunum fyri føstum sambandi um Leirvíksfjørð

Norðoyatunnilin

Tað var ein stór løta í Leirvík seinnapartin hósdagin, tá ið løgmaður, Anfinn Kallsberg, læt fyrsta skotið av til Norðoyatunnilin.
- Jú, tað kendist ógvuliga væl. Hetta var ein stór løta, og tankarnir leitaðu aftur til tíðina, tá ið vit byrjaðu at tosa um hesa stóru verkætlan. Ja, vit skulu heilt aftur í áttatiárini. Tá trúði fáur, at slíkar verkætlanir lótu seg fremja. Eg vil siga, at mong framvegis vóru ivingarsom heilt fram til tíðina, tá ið Vágatunnilin læt upp. Nú vita øll, at slíkar verkætlanir kunnu fremjast, bæði skjótt og væl, og at kostnaðurin er innanfyri rímilig mørk.

Tung uppgáva

Anfinn sigur, at hann í dag er fegin um, at hann sum fíggjarmálaráðharri kundi vera aktivur á "bananum" í 1998, tá ið undirsjóvartunnilin undir Vestmannasundi aftur varð settur á dagsskránna.
- Tað var ikki nøkur løtt uppgáva at gera politisku semjurnar, sum skuldu til ? so stutt eftir búskaparkreppuna, ið samfelagið hevði verið ígjøgnum fá ár frammanundan. Sjálvt um lítil peningur var at arbeiða við, so høvdu vit visjónirnar.
Anfinn sigur, at verkætlanin við undirsjóvartunlinum undir Vestmannasundi eydnaðist betur, enn mangur hevði roknað við.- Vit vistu, at fór hendan verkætlan at eydnast, fór tað at vera lættari at gera semjurnar um undirsjóvartunnil undir Leirvíksfirði.

Drønandi "succes"

Fasta sambandið um Vestmannasund gjørdist, sum Anfinn tekur til, ein drønandi "succes", og hetta gav politiska myndugleika gott mót um eisini at fáa í lag fast samband um Leirvíksfjørð.
- Eg vóni, at henda verkætlan, sum nú er í gongd, fer at eydnast líka so væl sum hin fyrra.
Sambært ætlanini, verður koyrandi undir Leirvíksfirði í august mánaði 2006.
Anfinn ivast ikki í, at gongur líka væl við fasta sambandinum um Leirvíksfjørð, sum undirsjóvartunnilin hevur eydnast undir Vestmannasundi, kemur hetta at hava stóran týdning fyri framtíðar útbyggingina av infrastrukturinum í landinum ? við føstum sambandi um enn fleiri firðir og sund.
- Tað, sum fyri bert 5-6 árum síðan var púrasta órealistiskt í hugaheiminum hjá mongum, er í dag ein veruleiki, sigur løgmaður, Anfinn Kallsberg.