Hesaferð er SÍ í øllum finalunum

Í steypakappingini vann SÍ 9 av 10 finalum. Megnar felagið at vinna allar 10 FM-finalurnar?

Um vikuskiftið eru FM-finalurnar í flogbólti í Trongisvági.

 

Fyri tveimum vikum síðani var SÍ í níggju av tíggju finalum í steypakappingini fyri tey yngru. Nú hevur felagið gjørt tað enn betri, tí tá FM-finalurnar vera um vikuskiftið, er SÍ við í øllum 10 finalunum. Seinastu var tað einans í steypafinaluni hjá kvinnuunglingum, at SÍ ikki var umboðað. Fleyr er mótstøðuliðið í seks av finlunum, Ternan í tveimum og TB og KÍF í teimum báðum seinastu.

 

Tríggjar finalur eru í dag, allar millum SÍ og Fleyr. Klokkan 16.30 spæla dreingir 15 ár, síðani gentur 16 ár klokkan 18.30 og til seinast dreingir 17 ár klokkan 20.30.

 

Hesi liðini hittust eisini í steypafinalunum fyri tveimum vikum síðani. SÍ gjørdi tá reint borð og vann allar níggju finalurnar, sum felagið luttók í. Dreingir 15 vunnu 2-0 (25-18, 25-15), gentur 16 vunnu 2-1 (25-14, 24-26, 15-10) og dreingir 17 vunnu 2-1 (26-24, 24-26, 15-7).

 

Tá dystirnir byrja, sendir Flogbóltssambandið beinleiðis frá dystunum. Trýst her, so verður tú førdur inn á youtube-kontuna hjá Flogbóltssambandinum. 

 

Í morgin verður lagt til brots klokkan 10 tá gentur 12 hjá SÍ og Ternuni spæla. Tey spældu eisini steypafinaluna og tá vann SÍ 2-0 (25-17, 25-11). Klokkan 11 spæla dreingir 12. Her er eisini talan um eina endurtøku frá steypafinaluni, millum SÍ og Ternuna. SÍ vann tá 2-0 (25-21, 25-11).

 

Klokkan 12 spæla SÍa – TBa gentur 14a. Tey hittust eisini í steypafinaluni og tá vann SÍ 2-0 (25-10, 26-24). Klokkan 14 spæla mansunglingarnir hjá SÍ og Fleyr. Tey hittust eisini í steypafinaluni, sum SÍ vann 2-1, hóast Fleyr vann fyrsta settið (19-25, 25-17, 15-11).

 

FM-finalan í gentur 14b er millum SÍb og KÍFb klokkan 16. Hetta er ein av tveimum finalum í vikuskiftinum, sum ikki hevur neyvt somu lið sum í steypakappingini. Tá vann SÍb móti Ternuni.

 

Gentur 19 SÍ – Fleyr spæla klokkan 18. SÍ vann steypafinaluna 2-0 (25-21, 25-22). Finaluvikuskiftið endar við finaluni hjá kvinnuunglingum, sum verður klokkan 20 millum Fleyr og SÍ. Fleyr vann steypafinaluna móti TB 2-0 (25-20, 25-15).

 

SÍ megnaði at vinna níggju av níggju finalum seinast. Munnu tey megna 10 av 10 hesa ferð?