Hesa ferð verður tað trongt í toppinum

Seks feløg fara at telvast um tvey pláss í bestu deildini, meðan fleiri av hinum feløgunum leggja størri orku í at menna ungar spælarar á næstbesta liðnum

Álitið á næstbestu deildina, sum nú eitur 1. deild, skal endurreisast í hesum kappingarárinum. Tað eru allir partar samdir um, og tað er ikki so undarligt. Áður er tað onkra ferðina komið fyri, at dystir í triði bestu deildini ikki hava verið spældir, tí annað av liðunum ikki hevur møtt upp. Í fjør kom tað fleiri ferðir fyri, at lið í næstbestu deildini ikki møttu, og at dystir tískil ikki vórðu spældir.
Nýggj feløg í næstbestu deildini eru NSÍ og B36, sum fluttu upp úr 2. deild, og so B68 og ÍF, sum endaðu á teimum báðum niðastu plássunum í Formula deildini. Samansetingin er í 2007 soleiðis, at seks feløg fara at kappast um at sleppa upp í fremstu røð, meðan luturin hjá hinum fýra verður at varðveita plássið og harvið at geva teimum næstbestu í felagnum møguleika at spæla á so høgum støði, sum tað ber til.
Tey fýra feløgini, sum bæði eru umboðað í Formula deildini og í 1. deild, eru KÍ, NSÍ, B36 og HB ella fýra av teimum fimm feløgunum, sum í fjør endaðu ovast í Formula deildini. Silvurvinnararnir í EB/Streymi eru einasta av fimm teimum bestu feløgunum í fjør, sum ikki eru umboðað í báðum teimum ovastu deildunum.
Formula hóparnir hjá bestu feløgunum eru stórir. Um allir skulu fáa neyðugu dystarvenjingina, so fara 4-6 spælarar hvørt vikuskifti at spæla á næstbesta liðnum. Í fleiri av hesum fýra feløgunum hava somu venjarar ábyrgdina av unglingaliðnum og 1. deildarliðnum. Tað ber møguleikar fyri miðvísari menning av spælarunum við sær. Á unglingaliðnum verða teir stuðulsspælarar, og á 1. deildarliðnum fara teir at halla sær at veteranum, sum hava royndir úr bestu deildini, og sum eru góðir at dúva upp á.
Undanfarnu árini hava tað verið eyðsýndir favorittar til uppflytingarplássini. Soleiðis er tað ikki í ár. Nú eru tað fleiri um boðið, enn tað plagar at vera.

Stríðið um uppflytingina
Í Fuglafirði hevur fótbólturin í vetur staðið eitt sindur í skugganum av óføru flogbóltsmeistarunum. Tað er ikki so undarligt. Men tað vil ikki siga tað sama sum at ÍF ikki hevur fyrireikað seg tí nýggja kappingarárið.
Venjarin, Jón Simonsen, er tann sami, sum hann var seinnapartin av kappingarárinum í fjør. At lyklaspælararnir Símun Eliasen og Hanus Eliasen eru farnir úr felagnum, tí teir vilja spæla Formula fótbólt er sjálvandi ein smeitur, men fólkatapið hevur ikki verið so stórt, sum tað í heyst segðist at vera møguleiki fyri. Ein av ungu monnunum er Vincent Jacobsen, sum hevur roynt seg á fleiri av yngru landsliðunum. Í 2. umfari í steypakappingini, tá ið ÍF vann 11-1 á Undri, skoraði Vincent Jacobsen, fimm mál!
Á Toftum hevur Niclas Davidsen lagt frá sær eftir 25 ár í formanssessinum og eftir at hava havt ábyrgdina av fótbóltinum í næstan 35 ár. Tað er tungur arvur at lyfta uppgávurnar eftir fyrrverandi formannin, sum áðrenn hann legði frá sær hevði syrgt fyri, at B68 nú hevur venjaran, sum í fjør megnaði at spæla AB upp í bestu deildina. Rúni Nolsøe er á B68 miðvøllinum, og millum aðrar nýggjar spælarar er veteranurin Dánial Hansen, sum áður hevur verið á Toftum. Formularoyndirnar eru nógvar hjá eitt nú Øssuri Hansen, Arnbirni Danielsen, Jann Inga Petersen og Kára Hansen, sum saman við fleiri ungum spælarum og nýggja málverjanum, Gunnari á Steig, skulu lyfta B68.
TB, sum flutti niður úr bestu deildini í 2005, hevur nýggjan venjara, danan Jan Nielsen, og aldursbýtið á liðnum tykist vera skilagott. Allan Poulsen, Kaj Roest og Olivur Abrahamsen eru millum stuðlarnar, og í tveimum teimum fyrstu umførunum í steypakappingini hevur TB víst tveimum av kappingarneytunum í næstbestu deildini, B68 og SÍ, at á Sevmýri er TB ikki at spæla við. Tað hevur týdning, at Dan Mortensen er aftur á Sevmýri, og at Bergleif Sólsker úr B71 er nýtt álit í miðverjuni, har Óli Johannesen framvegis er høvuðsálitið.
FSVágar04 varð sett á stovn, eftir at FSV í 2003 flutti niður í næstbestu deildina. Liðið hevur síðani ikki megnað at spæla seg til uppflyting. Nú hevur liðið brynjað seg so mikið væl, at tað má roknast sum eitt av evnunum til uppflyting.
Nógvu evnaríku vágamenninir hava fingið Jan C. Dam og Jákup Eli Olsen til venjarar, Jovan Panic, sum í fjør var í HB, er nýggjur á miðvøllinum, og felagið hevur verið bæði í Póllandi og Serbia fyri at finna álopsstyrk, nú tað tykist ganga illa hjá stórskjúttanum, Birgiri Joensen, at koma fyri seg eftir skurðviðgerð.
Í Sørvági verða teir ofta mintir aftur á, at tað í ár eru 60 ár liðin síðani, at SÍ vann fyrsta og higartil einasta FM heitið. Málið er framvegis besta deildin, men í fyrstu atløgu ræður um at lyfta seg longri upp enn 8. plássið í fjør. Jógvan Hendrik Samuelsen, sum áður hevur spælt við FSV, er nýggjur venjari. Sunvard Joensen, sum áður hevur spælt í GÍ, er nýggjur málverji.
LÍF, sum ikki hevur verið í bestu deildini síðani í 1993, var í fjør leingi við í kappingini um uppflytingarplássini. Fram ímóti kappingarenda mistu leirvíkingar takið og endaðu á bronsuplássinum.
Í ár er Jan Joensen úr Klaksvík nýggjur venjari, og ein annar KÍ veteranur, Allan Joensen, verður aftur í ár á miðvøllinum. Millum evnaríku leirvíkingarnar eru Andreas Lava Olsen og Sølvi Vatnhamar, sum báðir eru í myndini til nýggja U21 landsliðið, og málmaðurin Rógvi Ryggshamar.