Heryvirmenn dømdir fyri kvettroynd

Í Turkalandi hevur ein dómstólur fømt 322 yvirmenn í herinum fongsulsrevsing fyri at hava havt ætlanir um eitt hernaðarkvett. Tað skrivar Reuters, sum eisini veit at siga, at 34 heryvirmenn eru fríkendir.

Allir teir 322 heryvirmenninir vórðu dømdir fyri at hava verið við í einari ætlan í 2003 at fella stjórnina hjá Tayyip Erdogan, forsætisráðharra.

Sum skilst ætlaðu kvettmenninir at bumba tvær moskur í Istanbul og at elva til stóran spenning millum Turkaland og Grikkaland við at noyða grikkar at skjóta eitt turkiskt flogfar niður yvir Egearahavinum.