Eitt herviligt telduvirus kallað "Petya" herjar um allan heimin. Virusið er eitt sokallað ransomware virus, og fyritøkur runt allan heimin boða frá álopum á teldur sínar, skrivar BBC.
Poul Laust Christiansen, teldufrøðingur, greiðir frá, at hetta er eitt av teimum virusunum, har ein tendusníkur klárar at brongla telduna, so tú mást rinda pening fyri at fáa ræði á henni aftur.
Teldusníkurin útnyttar trygdarhol í telduni ella fær lokkað fólk at viðheftar fílir upp. Tað kann gerast á ymiskar kreativar háttir. Millum annað við at tú fært ein post á donskum frá post danmark, sum sigur, at tú hevur ein pakka ella eina rokning, sum tú ikki hevur goldið, greiðir Poul Laust Christiansen frá.
- Eitt stórt álop er í gongd beint nú, og vit kunnu tí vænta, at føroysk virkir og brúkarir verða rakt skjótt. Man skal generelt vera varin við at lata upp viðheftar fílir upp, men tað er umráðandi, at fólk eru serliga varin júst nú, sigur hann.