Herviligasti skógareldur á Tenerifa í 40 ár

Fleiri enn 400 sløkkiliðsfólk eru við í arbeiðnum at basa eldinum á Tenerifa, og 23 tyrlur og flogfør sleppa vatn niður yvir eldhavið.

Tað gjørdi mun í royndini at basa herviliga skógareldinum á Tenerifa, at tað gjørdist nakað kaldari á oynni síðstu nátt.

 

Sum skilst, hevur eldurin serliga herjað í óbygdum øki á oynni higartil, og nú eru tilsamans 12.000 fólk nærindis flutt burtur.

 

Guvernørurin á Kanarisku Oyggjunum, Fernando Clavijo, sigur, at sløkkiliðsfólk høvdu ávísa framgongd síðstu nátt, nú líkindini gjørdust betur.

 

- Eldurin helt fram at spjaða seg í óbygdum øki har norðuri á oynni, meðan frontlinjan har suðuri á oynni var støðug.

 

Guvernørurin sigur, at sløkkiliðsfólkini hava gjørt eitt stórt arbeiði, og síðstu nátt endaði einki heim í eldhavinum á oynni.

 

Skógareldurin á Tenerifa er hin herviligasti í 40 ár, og higartil hevur eldurin rakt eitt øki, sum eru á umleið 84 ferkilometrar.

 

Fleiri enn 400 sløkkiliðsfólk eru við í arbeiðnum at basa eldinum, og 23 tyrlur og flogfør sleppa vatn niður yvir eldhavið.

 

Tað er tiðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag.

 

##med2##