Granskarar ávara nú ímóti, at eitt slag av malaria, sum er mótstøðuført ímóti vanligum heilivági, er farið at breiða seg skjótt í fleiri londum í Asia.
Talan er um londini Tailand, Kambodja, Vjetnam og Laos, og summi av teimum eru eisini rættiliga vælumtókt ferðamál.
Tað eru granskarar í Bretlandi, sum nú rópa varskó og teir vísa á, at sjúkan breiðir seg um rættiliga skjótt í hesum londunum í Asia, siga fleiri útlendskir miðlar í morgun.
Malaria krevur fleiri hundraðtúsund mannalív um árið í londum í Afrika og Asia, men verður sjúkan uppdagað nóg tíðliga, ber vanliga væl til at viðgera hana.
Men hesa ferð er sjúkan øðrvísi, tí hetta slagið av malaria, sum nú breiðir seg skjótt, er mótstøðuført ímóti teimum vanligu sløgunum av heilivági ímóti malaria.
– Hetta slagið av malaria breiðir seg so skjótt, at støðan er ógvuliga hættislig, og tað er neyðugt at taka stig alt fyri eitt, fyri at basa henni, siga granskarar.
Teir siga, at tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn hetta nýggja slagið av malaria breiður seg til Afrika, og tá verður støðan heilt álvarslig.
Teir siga, at, at hóast hetta slagið av malaria tolir tann vanliga heilivági fyri malaria, finst kortini heilivágur, sum basir henni. Men støðan er viðbrekin og krevur, at stig verða tikin at forða fyri spjaring, siga tey