Herverk í Oyndarfirði í morgun

Í morgun hevur løgreglan fingið fráboðan úr Oyndarfirði um herverk á bil. Tá ið eigarin av bilinum vaknaði í morgun vísti tað seg, at onkur hevði verið við bilin og knúst bakrútin á bilinum. 

 

 

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at í morgun fór ein løgreglubilur á staðið, har tveir løgreglumenn nú kanna málið. 

 

 

Í gjár var løgreglan eisini boðsend at kanna herverk framt á tveir bilar í Vestmanna. Herverkið varð uppdagað í gjár, og serliga eini bilurin var illa farin. Har var ymiskt knúst á bilinum, eins og okkurt feitt líknandi varð smurt á lyktir og annað. 

 

 

Les tað greinina her