Herverk og ólevnaður

Eins og leygarnáttina var nógv hjá politinum í Havn í nátt at fara út til.

Tað byrjaði við, at onkur sá ein mann bróta ein handilsrút í Tórsgøtu, og eina løtu seinni varð maðurin tikin. Hann bløddi frá knúgvunum, játtaði gerð sína, men hann var so dýrandi fullur.

Umframt herverkið er maðurin eisini skuldsettur fyri ikki at vilja siga sítt navn fyri politinum. Í einum øðrum føri fekk ein annar somu skuldseting.

Fleiri ferðir vóru fólk farin upp til hendurs, og politiið noyddist at skilja tey sundur.

Ein maður var so illur við ein duravørð, sum hevði tveitt hann út av einum vertshúsi, at hann legði bæði á duravørðin og onnur fólk.

Hesin 23 ára gamli maðurin liggur framvegis í brummuni, har tveir aðrir eisini eru.

Annars er eisini boðað frá herverki bæði í Klaksvík og í Hvalba.