Herverk á Miðvágs kirkju í nátt

Fleiri rútar eru knústir, bæði á suðursíðuni og vesturendanum í Miðvágs kirkju, í nátt. Nær í nátt herverkið er gjørt, er ikki greitt, men av løgreglustøðini verður sagt, at herverkið er gjørt millum kl. 22 í gjárkvøldið og kl. 9 í morgun.

Tað er eisini gjørt herverk aðrastaðni í Miðvági í nátt.

Løgreglan kannar málið í løtuni, teir vilja hoyra frá fólki, um tey hava sæð ella hoyrt okkurt, sum kann hava við herverkið at gera.