Klaksvík:
Tvey herverk hava verið á nýggjárinum. Í øðrum førinum var talan um ein, sum breyt eitt spegl á einum bili. Og í hinum førinum var tað ein maður, sum bleiv tveittur út úr klubbanum. Øði kom í hann, og hann breyt ein rút í einum bili.
Løgreglan sigur tó, at í báðum førunum eru gerningsmenninir og bileigararnir komnir ásamdir um at orna tað teirra millum.
Ein bilførari varð tikin fyri rúsdrekka koyring, og eitt rok tók seg upp í býnum, men tað varð steðgað og verður ikki handfarið sum ein harðskapssak.
Annars sigur løgreglan í Klaksvík, at tað hevur ikki verið ófriðarligt á nýggjárinum. Og tað hava ikki verið stórvegis trupulleikar av fýrverki.
Fyri uttan eina fráboðan um eina skrellispann, sum varð sprongd í luftina, hevur løgreglan onga skaðafráboðan fingið orsakað av fýrverki.










