Herverk á jólaprýði í Vági

Løgreglan hevur fingið fráboðan um herverkið.

Seinastu vikuna er tað afturvendandi, kvøld um kvøld, gjørt herverk á jólaprýðið í Vági.

 

Løgreglan hevur fingið fráboðan um herverkið, skrivar sudurras.fo.

 

Vágs kommuna heitur á heimasíðuni www.vagur.fo á foreldur um at tosa við tey ungu um at hetta, soleiðis at tey virða, at býurin er pyntaður til jóla.