Í gjár fekk løgreglan í Suðuroy fráboðan um, at herverk hevur verið í Vágs kirkju.
Onkur hevur verið við kirkjuni og málað orðið ”satan” við reyðari máling á kirkjudyrnar.
Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni, heldur, at tað er rættiliga ódámligt, at ein kirkja ikki kann fáa frið fyri herverki.
Men sigur, at løgreglan arbeiðir við málinum, men veit ikki enn, hvør hevur gjørt herverkið.
verki








