Seinnapartin í dag hevur eitt minni herverk verið í Pálshøll í Vági, sum varð meldað til løgregluna.
Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at hendingin fór fram seint seinnapartin í dag.
- Soleiðis, sum vit hava skilt, hevur onkur verið inni í skiftirúminum og hevur málað eitt hvørt á hurðina.
Soleiðis, sum In.fo skilir, hevur løgreglan verið uppí málinum í Vági í kvøld, og alt bendir á, at málið í Pálshøll er uppklárað.










