Løgreglan hevur fingið eitt rímiliga stórt mál at taka sær av. Heilir 12 bilar hava fingið skaða sunnunáttina, tá gerningsmaður ella gerningsmenn hava snarað speglini av bilunum.
10 av bilunum stóðu parkeraðir á parkeringsøkinum á Bursatanga, og speglini í báðum síðum vóru snarað av. Sambært vakthavandi á løgreglustøðini kann eitt slíkt dýrt spegl skjótt leypa upp í einar 3.000 krónur, og er talan um 24 spegl, er lætt at rokna út, at tað gerst ein dýrur umgangur fyri gerningsmenninar.
- Vit hava ikki nøkur spor at ganga eftir, og tí heita vit á fólk, sum hava sæð nakað, um at venda sær til løgregluna. Tað er ikki neyðugt hjá fólki at uppgeva navn, so tað er ikki at halda seg aftur, um nakar hevur sæð nakað, sigur vakthavandi.
Í morgun kom ein fráboðan um, at onkur hevði roynt at brotið inn í kioskina umborð á Enniberg. Viðkomandi hevur brúkt brandøksina at bróta hurðina inn við, men málið er so feskt enn, at løgreglan ikki veit meiri at siga.
Í gjárkvøldið varð boðað frá royki í einum húsi, og løgregla og brandlið kom skjótt á staðið. Tað vísti seg kortini, at tað var oljufýringin, sum reyk.
Annars var lítið at boða frá. Eitt sindur av húsaófriði, leysir hundar og full fólk var tað, sum løgreglan annars tókst við um vikuskiftið.