Herverk á gøtuljós

Nes kommuna harmast um, at gøtuljós, sum kommunan hevur sett upp, fáa ikki frið. Perur eru brotnar, herverk er framt á káplar, og lyktir eru eisini brotnar Nes kommuna hevur seinastu tíðina gjørt ymiskt fyri at bøta um trygdina hjá teimum, sum eru til gongu í bygdunum. Soleiðis er gøtan frá Heygsvegi og niðan á Brekkuklett sett í stand. Asfalt er lagt á, og ljós eru sett upp, so munandi lættari er at ganga eftir hesi gøtu um kvøldarnar, tá ið myrkt er.

- Tey, sum javnan ganga eftir hesi gøtu, hava ivaleyst eisini lagt til merkis, at ljósini í fleiri lyktum lýsa ikki longur. Trupulleikin er herverk. Perur eru brotnar, herverk er framt á káplar, og lyktir eru eisini brotnar.

Í trappunum millum Regnaveg og Lýðarsveg setti kommunan eisini ljós upp í fjør, men av teimum sjey lyktunum lýsa nú bara tvær. Hinar fimm hava eisini verið fyri herverki.

Á síni heimasíðu sigur kommunan seg harmast um hetta.

- Vit fara í næstum at bøta um skaðarnar og vóna, at allir borgarar fara at vísa hóvsemi og lata lutir hjá kommununi fáa frið - til gagns fyri okkum øll, sigur Nes kommuna.