HERVERK: Herverk varð herfyri gjørt á ljósskipanina í Gásadalstunlinum. Hetta er so mikið álvarsamt, at Landsverk hevur sett løgregluna inn í málið Tað var nú herfyri, at boð vóru send Landsverki um, at ljósskipanin í Gásadalstunlinum var í ólagi.
Tá ið ljósskipanin var kannað nærri, var staðfest, at onkur hevur gjørt seg inn á sjálva ljósskipanina, tí fleiri hol vóru í armaturunum.
Landsverk hevur boðað løgregluni frá herverkinum og heitir á fólk um at boða Landsverki ella løgregluni frá beinanvegin, um tey vita nakað um hesa hending í Gásadalstunlinum.