Herverk fyri kr. 20,000

Náttina millum mikukvøldið og hósmorgunin varð álvarsligt herverk framt í Sandvík.

Eitt ferðalag úr Havnini var farið ein túr til Suðuroyar, og tey høvdu tríggjar bilar við sær, sum allir blivu illa skøvaðir við steini. Hesir vóru parkeraðir fyri náttina uttanfyri húsini, sum eigaranir høvdu leigað sær í Sandvík.
- Morgunin eftir høvdu allir bilarnir djúpar skøvur, og ókvæmisorð vóru rist við steini inn í lakkið, sigur Tummas Jacobsen, bileigari. Tummas metir, at hetta fer at kosta teimum einar kr. 20,000 í nýlakering, so illa teir er skøvaðir.
Løgreglan í Suðuroynni hevur í skrivandi løtu ikki illgruna til nakran ávísan persón ella persónar. Tó siga teir á politistøðini, at ábendingar er um, at ungdómar standa aftanfyri herverkið.
- Ókvæmisorðini, sum vóru rist inn í lakkið á bilunum eru eisini at síggja á skúlaveggjunum, sigur Poul Poulsen, sum heldur, at hetta er tekin um, at ungt fólk stendur aftanfyri.