Beint undan skúlabyrjan hevði onkur brotið 10 rútar í skúlanum í Fuglafirði. Løgreglan í Runavík letur Sosialin vita, at onkur smávegis slóð er at ganga eftir. Annars varð tað eitt friðarligt vikuskiftið í Eysturoynni. Fríggjadagin hendi onki, og leygardagin siga tey, at onkur smáting vóru at taka sær av. Full fólk vóru ófriðarlig til Frændur-dansin í Fuglafirði, men ongar handtøkur vóru. Og eitt smávegis ferðsluóhapp varð, tá ein bilur fór út av við Toftavatn, men ongin persónsskaði stóðst av hesum.