Herverk á fornminni


Eini gomul hús heima á Sandi fáa ikki frið. Hetta vikuskifti er herverk framt á húsini í Koytu, ið eru friðað, og sum fornminnissavnið arbeiðir at umvæla.
Sýslumaðurin á Sandi sigur, at hetta ikki er fyrsu ferð, at júst hesi húsini eru fyri herverki. Tað er komið fyri einar tríggjar ferðir fyrr, at onkur hevur gjørt seg inn á tey.
Hetta er sera harmiligt, tí hesi húsini eru millum tey elstu í bygdini og á oynni. Sagt verður, at herverki ikki er tilvildarligt, men at fólk hava verið á staðnum bara við tí fyri eyga. Einki er at taka í húsunum, so talan er ikki um innbrot.
Fornfrøðingurin Símun Arge sigur, at elstu partarnir av húsunum eru frá 1600-talinum, og teir yngstu partarnir eru frá fyrst í 1800-talinum.