Herverk á bussskýli í Havn

Hesar seinastu dagarnar eru fleiri herverk framd á bussskýli í Havn.

Í farnu viku varð skýlið við Venjingarskúlan, frammanfyri bensinstøðini á Frælsinum, meira at kalla í sorli.

Hetta var ikki einasta bussskýlið sum hevði verið út fyri herverki, tí eitt stórt hol var eisini at síggja á skýlinum við inngongdina til nýggja Skúlan við Løgmannabreyt.

- Skýlini verða umvæld sum skjótast, verður sagt úr Tórshavnar kommunu.

Heitt verður á fólk um at boða løgregluni frá, um tey vita nakað um, hvør hevur ábyrgd av hesum herverki.

(mynd: torshavn.fo)