Herverk á bilar

Løgreglan í høvuðsstaðnum sigur frá einari røð av herverkum, sum vórðu framd á bilar leygarnáttina. Tað letur til, at gerningsmaðurin ella menninir eru farnir eina rundferð í Djóna í Geilsgøtu og Jóna Broncksgøtu, har teir millum annað hava skorið dekk upp á einum sjey ella átta bilum og skøvað teir við onkrum amboði.
Eitt annað herverk var á ein bil sunnudagin. Hetta var oman Mattalág, og heldur løgreglan ikki, at tað er samband ímillum hesi herverk.
Eigarin á bilinum sá teir, sum framdu herverkið. Talan var um fýra dreingir, sum nýttu eitt skrellistativ til at knúsa bilin við.
Løgreglan kannar nú herverkini, men sum er hevur hon onki ítøkiligt á teimum fyrru herverkunum.