Tíverri er tað komið fleiri ferðir fyri í seinastuni, at ótangar gera seg inn á stovnar í høvuðsstaðnum. Fríggjakvøldið hava nakrir ótangar verið á vitjan á dagstovninum við Landavegin, og teir hava sanniliga sett síni spor.
Nýggi báturin brotin sundur
Tað eru ikki meiri enn góðar tríggjar vikur síðani, at garðdagur var á stovninum, og í hesum sambandi fekk stovnurin ein bát, ið var settur á spæliplássið til børnini at stuttleika sær í. Børnini eru, sum vera man, ógvuliga fegin um bátin, sum hevur fingið navnið Skrubban, men gleðin var stokkut.
Ótangarnir, ið vitjaðu í vikuskiftinum, hava nevnliga brotið alt takið á stýrihúsinum á bátinum, og eisini eru allir rútarnir í kúgvaeygunum í stýrihúsinum brotnir. Leiðarin á stovninum við Landavegin, Kirstin Djurhuus, sigur, at børnini gjørdust ógvuliga kedd, tá ið tey sóu illgerðirnar.
Harumframt hava óbodnu gestirnir skorið stór hol í klædningin á dagstovninum, skorið eitt stórt petti úr einum vindeygagerikti, plantur í uttandura blómukassan eru skræddar upp, og enntá hava ótangarnir sett eld á við, sum tíbetur ikki festi í sjálvan bygningin.
Kirstin Djurhuus sigur, at tey hava meldað herverki til løgregluna, men løgreglan hevur ongar slóðir at ganga eftir. Hon harmast, at ein nýggjur stovnur, ið børnini eru ógvuliga glað fyri, ikki fær frið fyri ótangum.










