Herverk á almenn vesi

Tað er ikki altíð, at almennar ognir fáa frið. Vit munnu flestu minnast, tá Sea Shepherd fyri nøkrum árum síðani vóru løgd undir at stjala vesipappír úr almennu vesunum á Sandi.

 

Hesaferð er tað ikki Sea Shepherd, sum hevur verið upp á spæl, men allarhelst onkrir heldur illavorðnir unglingar. Hvussu er og ikki, so hevur Sørvágs kommuna fyribils stongt almennu vesini á Stakka.

 

Myndir vísa, at onkur hevur stuttleika sær við at skjóta heksaýl inni á vesunum, hevur brotið botnin á kummuni og annars óruddað illa.

 

- Tað er sera harmiligt, at tað, ið verður gjørt bygdafólki og vitjandi at frama, ikki fær frið. Vit fara so inniliga at heita á okkara borgarar um at fara væl við sínum egnu ognum, skrivar Sørvágs kommuna.