Herverk á bil í Havn

Eingin er tikin fyri herverkið, men løgreglan hevur onkran í kikaranum.

Í nátt hevur onkur gjørt seg inn á ein bil, sum var frásettur á einum heldum oydnum staði í høvuðsstaðnum, kanska tí at bilurin var uppsteðgaður.

 

Herverksmaðurin hevur brotið ein rút og eitt spegl, og løgreglan metir skaðan so mikið stóran í virði, at hon hevur skrivað tað sum eitt herverksmál.

 

Enn er eingin tikin ella avhoyrdur í sambandi við málið, men vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tey hava okkurt at ganga eftir, men at nøkur viðurskifti skulu kannast fyrst.

Løgreglan hevur ikki verið í sambandi við eigaran enn.