Talan var um ungdómar, sum órógvaðu fólk við at sparka so hart á úthurðina, at karmurin varð klovnaður.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at tilburðurin varð meldaður í gjárkvøldið, og at løgreglan hevur eina hóming av, hvør tað er, sum hevur framt herverkið. Tað verður nærri kannað í dag.
Ein maður hevur boðað løgregluni frá, at hann varð sparkaður fyri rørarnar av einum persóni á einum skeinkistað í Havn sunnunáttina.
Løgreglan hevur stovnað hetta sum eitt mál, sum verður kannað nærri. Løgreglan hevur fingið at vita, hvør maðurin er, sum hevur sparkað.