Hervør vann fartelduna

Hervør Isaksen gjørdist hepni sudoku vinnarin í september mánað. Henni dámar væl sudoku, og hon sigur seg senda inn til sosialin hvønn mánað.

Hvønn mánað skipar sosialurin fyri eini sudoku kapping, har vinnarin fær ein góðan vinning. Henda mánaðin var vinningurin ein fartelda frá Formula.fo, og nógv fólk høvdu sent sínar loysnir inn fyri at hava ein møguleika at vinna fartelduna.
Hepni vinnarin henda mánaðin var Hervør Isaksen, sum býr í Havnini. Hervør er 61 ár og hevur í nógv ár starvast sum lærarinna. Farteldan frá Formula.fo kom sera væl við, sigur Hervør.
 - Ja, hetta var sera stuttligt. Eg hevði eina vanliga teldu áðrenn, men ein farteldu er nógv lættari at hava við at gera.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Plagar at senda inn
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Hervør sigur, at henni dámar væl at loysa sudoku, og tí plagar hon at senda inn til sosialin hvønn mánað.
 - Mær dámar væl at loysa sudoku. Eg plagi at senda allar mínar loysnir inn til sosialin í senn. Tað er einaferð komið fyri, at eg havi funnið tvær loysnir til eina sudoku, og hetta er rættiliga sjáldsamt.
At enda spurdu vit hepna vinnaran, hvat hon ætlar at nýta nýggju fartelduna frá Formula til.
 - Eg siti nógv heima og ansi eftir mammu míni, so tá er góður møguleiki at sita frammanfyri telduna av og á. Mær dámar væl at spæla bridge, so eg plagi at sita á netinum og spæla, tá eg havi tíð til tess., sigur Hervør at enda.
Nú er enn ein heppin vinnari funnin í sudoku kappingini, og í oktober hava fólk aftur møguleika at vinna góðan vinning frá sosialinum. Hesaferð er vinningurin ein Amitech 32" flatskermur frá LM-handlinum.