Hervør Joensen 50 ár

Í gjár, fríggjadagin 8. apríl, varð Hervør Joensen í Klaksvík hálvt hundrað ár. Hervør er klaksvíkingur, og hon hevur búð í Klaksvík nógv størsta partin av lívinum.
                      Hervør er dóttir Mary Mørkøre. Foreldrini hjá henni vóru Torkilda ella Kilda, sum hon altíð hevur verið nevnd, og Herluf Mørkøre í Klaksvík, sum búðu í Víkunum. Árið eftir at Hervør var fødd, giftist mamma hennar við Símuni Paula Johannesen úr Haraldsundi, og Hervør kallaði hann fyri pápa, og hann var pápi hennara.
                      Tá ið Hervør var trettan ára gomul, flutti hon til Keypmannahavnar, har mamman tá búði. Nøkur ár seinni flutti Hervør aftur til Klaksvíkar, og tá var hon hjá ommuni.
                      19. mai í 1979 giftist Hervør við Poul Jacob Joensen, sum er ættaður úr Miðstovuni á Syðradali. Poul Jacob er útróðrarmaður og eigur Háenni. Hervør er ógvuliga áhugað í vinnuvirkseminum hjá manninum.
Brúdleypsdagurin hjá teimum í 1979 var minnisríkur, tí tað var stórkavi í Klaksvík henda dagin. Soleiðis var tað ikki í fjør, tá ið tey bæði hildu væl eydnaða silvurbrúdleypsveitslu í Skálanum.
                      Hervør og Poul Jacob eiga tvær døtrar ? Mary og Gerda. Mary er gift Rúna Christiansen úr Norðdepli, og tey eiga tveir synir ? Debes og Poul Jacob.
                      Hervør hevur arbeitt nógv í handli, og so hevur hon eisini verið nógv í fiskaarbeiði. Nú er hon í Eystís á Skarðhamri, har tey arbeiða saltfisk.
                      Heimið hjá Hervør og Poul Jacob er opið, og tey eru ógvuliga gestablíð. Hervør er góð við børn, og tey eru góð við hana. Hon hevur serligt hegni at fáaast við eldri og gomul fólk. Hon er altíð við, tá ið tiltøk verða fyriskipað fyri tey eldru, og nú er hon vald í eldrabólkin, sum skipar fyri tiltøkum ætlað teimum eldri í Klaksvík.