Herurin vil hava mótmælisfólkið til hús

Egyptiski herurin kunngjørdi fyrrapartin eina fráboðan, har herurin heitir á fólk um at gevast við mótmælunum og at venda aftur til gerandisdagin. Sambært bretsku Reuters- tíðindastovuni má hetta tulkast sum eitt krav um, at nú vil herurin hava fólkið úr gøtunum.

-Tað vóru tit, sum byrjaðu við at gera vart við tykkara krøv, og tí hava tit eisini møguleikan at fara aftur til tað dagliga, segði ein talsmaður fyri herin við tað almenna sjónvarpið.

Amerikanska tíðindastovan AP skrivar, at herurin og Hosni Mubarak, forseti, hava eftir øllum at døma tikið seg saman í einari roynd at fáa frið í býunum. Herurin hevur fyrr kunngjørt, at hann fór ikki at brúka harðskap ímóti mótmælisfólkinum. Herurin segði seg eisini skilja krøvini frá teimum mótmælandi.