Herurin og løgreglan skulu tryggja HM í Brasil

157.000 hermenn og løgreglumenn skulu syrgja fyri lóg og landaskili undir heimsmeistarakappingini í fótbólti í Brasil.

Brasilska herleiðslan hevur gicið 57.000 hermonnum boð um at vera til reiðar at tryggja HM-kappingina, sum er frá 12. juni til 12. juli. Samstundis hevur innanríkisráðið kunngjørt, at 100.000 løgreglumenn skulu til arbeiðis i sambandi við kappingina.

 

Teir 57.000 hermenninir verða býttir millum teir 12 býirnar, har londini skulu kappast um at sleppa í HM-finaluna í Rio de Janeiro. Løgreglan verður eisini til staðar, men hon skal eisini halda vakt við tað næstan 17.000 kilometrar langa landamarkið.

 

Nógv fólk í Brasil eru í øðini um, at landið brúkar nógvar milliardir dollarar upp á HM í fótbólti og OL í 2016, tí eftir teirra tykki kundu pengarnir farið til betri endamál. Tær seinastu vikurnar hava fleiri mótmælistiltøk og verkføll verið, men José Eduardo Cardozo, innanríkisráðharri, væntar ikki, at mótmælini verða líka ógvuslig undir HM sum undir suðuramerikonksu kappingini Confederations Cup í fjør. 

 

.Vit vænta ikki, at mótmælini verða so ógvuslig sum juni í fjør, men annars eru vit fyrireikað upp á alt, sigur innanríkisráðharrin sambært Reuters.