Herurin hevði alla skyldina

Bretski herurin hevði alla skyldina av tí tiltikna blóðuga sunnudegnum í norðurírska býnum Londonderry í 1972, tá 14 fólk lótu lív, og 13 onnur vórðu særd. Tað er niðurstøðan í einari nýggjari frágreiðing, sum David Cameron, forsætisráðharri, kunnaði undirhúsið um í gjár.

Í frágreiðingini stendur, at teir bretsku hermenninir skutu fólk uttan at ávara tey fyrst. Tað kemur eisini fram, at hermenninir skutu eftir fólki, sum royndu at hjálpa øðrum, sum vóru særd.

Tað var fyrrverandi forsætisráðharrin Tony Blair, sum setti kanningina í verk í 1998. Tey, sum hava skrivað frágreiðingina, hava tosað við hundrað fólk, sum vóru á staðnum, skrivar Reuters.