Húsagangir eru ein partur av einum fríum búskapi. Nakað sum ikki slepst undan, og nakað vit hava vant okkum við, hóast tað rakar tey hart, sum missa arbeiðið. Tá banki fer á húsagang, eru avleiðingarnar serliga harðar fyri samfelagið, tí bankar fíggja vinnuna og vinnan kann steðga heilt upp, um stígur kemur í peningaumfarið, sum bankarnir umsita. Orsakað av týdningarmikla leiklutinum hjá bankunum fyri búskapin, hevur samfelagið eftirlit við bankunum, sum ikki er við fyritøkum í øðrum vinnum.
Á føroyska fíggjarmarknaðinum eru tveir stórir bankar, sum eisini eru sera stórir í mun til búskapin. Ein húsagangur í fíggjarvinnuni fær tí serliga ógvusligar avleiðingar í Føroyum. Føroyski búskapurin merkir framvegis í ein ávísan mun avleiðingarnar av Eik-húsaganginum – og tað hóast bankin varð bjargaður av Finansiel Stabilitet, so virksemið kundi halda fram.
Sjálvsagt skal landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hava innlit í virksemið hjá fíggjareftirlitinum á jøvnum føti við danska búskaparmálaráðharran. Men enn meira týdningarmikið er at tryggja, at eftirlitið við bankunum virkar nøktandi, so sleppast kann undan at bankar fara á húsagang.
Eg havi umrøtt við danska búskaparmálaráðharran, Brian Mikkelsen, at regluligu eftirlitisvitjanir hjá føroyskum peningastovnum eiga at vera oftari enn hjá donskum peningastovnum, og at reglurnar fyri føroyskar peningastovnar skulu vera strangari enn fyri peningastovnar í Danmark. Hetta skulu vit umrøða víðari, m.a. tí tað eisini er ein fíggjarligur spurningur um at rinda fyri eyka eftirlitið.
Danska stjórnin hevur fingið meiriluta í Fólkatinginum fyri bankapakka IV. Hesin fjórði bankapakkin í røðini hevur sum nakað nýtt eina áseting um system-vigtigar bankar, ið man frá myndugleikunum metir eru ov týdningarmiklir (stórir) at fara á húsagang. System-vigtigir bankar fara at fáa hægri solvens-krøv og fleiri eftirlitisvitjanir. Tað verður sostatt í fyrsta umfari ikki lættari fyri ein banka sum kemur í hópin av system-vigtigum bankum. Men afturfyri verður lættari hjá hesum bankum at fáa fatur á peningi at læna víðari.
Føroyar fara væntandi at biðja um at vera við í bankapakka IV.
Eitt javnaðarumboð á Fólkatingi fer at virka fyri, at onkur skipan fyri Føroyar kemur við í bankapakka IV, so í minsta lagi tveir teir stóru bankarnir í Føroyum kunnu fáa líknandi viðgerð sum system-vigtigir bankar.
Hetta fara vit at virka fyri, og tað fara vit eisini at fáa framt – í samráð við komandi donsku stjórnina.
Aksel V. Johannesen,
landsstýrismaður í fíggjarmálum,
valevni Javnaðarfloksins til Fólkating