Hert eftirlit við evropisku mørkini

Eftir ætlan skulu ferðandi inn í Evropa søkja um innfararloyvi

Eftir øllum at døma verður eftirlitið herða fyri tey, ið ferðast inn í Schengen øki úr einum landið uttanfyri ES og Schengen samstarvið. Broytingin verður galdandi fyri fleiri lond, íroknað tey uttanfyri Schengen umframt eini 60 lond, ið higartil eru sloppin undan at søkja um innfararloyvi til ES, íroknað USA og Kanada.

 

Tað sigur heimasíðan Euractiv í dag.

 

ES kommissiónin samtykti í dag, at framyvir skulu ferðandi inn í Evropa søkja um innfararloyvi tá tey ætla sær henda veg. Umsóknin skal gerast á netinum og verður kann mótvegis ymsum databasum, ið síðani staðfesta um viðkomandi kann koma inn í Evropa ella ikki. Dømi um ferðandi, ið ikki fáa loyvi kunnu verða um tey eru eftirsøkt av Europol ella fyrr hava brotið reglur í samband við ferðing í Evropa, so sum at verða verandi ov leingi uttan loyvi.

 

Um so er, at ein ferðandi fær loyvi, er tað galdandi í fimm ár og tað kostar fimm evrur at søkja um innfararloyvi. Sagt verður, at um alt gongur sum tað skal, so verður loyvið givið uppá eini fimm til tíggju minuttir.

 

Broytingin kemur í kjalavørrinum av yvirgangsálopunum, ið hava verið framd í Evropa seinastu árini, har fleiri av yvirgangsfólkunum eru komin úr londum uttanfyri Evropa. Fyrst og fremst úr Miðeystri, og eftir at flóttafólkakreppan í Evropa tók dik á seg.

 

Borytingin hevur m.a. við sær, at bretar skulu søkja um innfararloyvi fyri at sleppa inn í ES økið, um so er, at bretar ikki fáa eina avtalu við ES, ið sigur nakað annað.

 

Fleiri lond hava biðið um broytingina, sum ES kommissiónin nú hevur samtykt. Áðrenn hon verður endaliga samtykt skal hon út til hoyringar hjá ES londunum, umframt at Evropa ráðið og ES parliamentið skal góðkenna tað. Eftir ætlan kemur skipanin í gildið um trý ár ella so.