Í hernað ímóti heroini

Amerikonsku myndugleikarnir hava nú sett sær fyri at steðga tí stóra rúsevnisflutninginum úr Afganistan.

Í tí sambandi hevur Kongressin í Washington játtað meiri enn fýra milliardir krónur, og ætlanin er at brúka pengarnar til at fáa afgansku bøndurnar til at dyrka annað enn opium. Í fyrsta lagi skulu amerikanskir hermenn hjálpa afgansku løgregluni at forða rúsevnisflutninginum um markið. Á tann hátt fer tað at verða truplari hjá bøndrunum at sleppa av við grøðina, og so skulu pengar brúkast til at fáa teir at dyrka okkurt annað ístaðin fyri.

Amerikanska herleiðslan í Afganistan hevur sagt, at rúsevnistrupulleikin er eitt tað størsta vandamálið í landinum. ST heldur, at afgansku bøndurnir heysta umleið 3.400 tons av opium í ár, og tað er meiri enn í nøkrum øðrum landi í heiminum. Ein stórur partur av pengunum endar í lummunum hjá teimum sokallaðu krígsharrunum, sum við sínum vápnaðu liðum eru ein hóttan ímóti myndugleikunum í Kabul.