VENESUELA
Tað hevur verið ógvuliga ófriðarligt í suðuramerikanska landinum Venesuela seinastu dagarnar. Arbeiðsfólk í oljuídnaðinum fóru í verkfall fyri at mótmæla, at Hugo Chavez, forseti hevði fingið sær ov stóra ávirkan á oljuídnaðin, og síðani hava fleiri onnur fakfeløg tikið undir við mótmælinum.
Hóskvøldið legði løgreglan uppí, og níggju fólk lótu lív í samanbrestum millum løgregluna og mótmælisfólkið í høvuðsstaðnum Caracas.
Stutt eftir boðaðu tíggju av landsins ovastu generalum frá, at teir viðurkenna ikki Hogo Chavez sum landsins leiðara longur. Teir tíggju, sum umboðaðu herin, tjóðarhirðina, flotan og flogvápnið, søgdu í einari yvirlýsing, at eingin av teimum vápnaðu deildunum viðurkendu foretan sum ovasta longur.
Í yvirlýsingini løgdu generalarnir forsetan undir at virka ímóti teimum demokratisku skipanunum og at bróta mannarættindini hjá fólkinum í landinum.
Støðan í Venesuela var ógreið í gjár, og sambært altjóða tíðindastovunum var ikki greitt, um forsetin ætlaði at gera eftir áheitanini frá teimum vápnaðu deildunum og at leggja frá sær.










