Tað mest skynsama fyri Føroyar er at siga ja til ynskið frá USA og Danmark um at fáa ein nýggjan radara settan upp í Føroyum.
Tað meinar danski hernaðargreinarin Hans Peter Michaelsen.
– Eg meini, at tað skilagott av Føroyum at siga ja, sigur hann.
Danski verjumálaráðharrin gjørdi greitt á tíðindafundi í áðni, at Danmar virðir tað, um Føroyar ikki vilja hava radaran upp. Men hendan avgerðin er ikki tikin í Føroyum enn, og tí skilja summi ikki, hví radarin er blivin presenteraður í nýggja Arktis-pakkanum hjá Danmark.
Men tá Føroyar einaferð skulu taka endaliga støðu til hetta, burdi mann tikið av, meinar Hans Peter Michaelsen. Hann vísir á, at tørvur er á at halda eyga við russiskum bumbuflogførum, sum kunnu flúgva ígjøgnum føroyska loftrúmið - og hendan støðan er ikki ynskilig, hvørki fyri Føroyar, Danmark, Stórabretland, og so slett ikki fyri USA.
– Í løtuni er tað sum ein opin hurð yvir Føroyum. Hetta er ikki ein støða, sum mann ynskir sær í einari tíð við øktum spenningi, sigur hann.
– Um man sigur nei til at fáa radaran upp, so hevur NATO einki eftirlit av økinum uppi yvir Føroyum, og so mann ikki veit, hvør flýgur har. Sjálvt um eingin loypir á, so er tað óbehagiligt, um mann brúkar Føroyskt loftrúm at flúgva ígjøgnum, uttan man veit tað, sigur Hans Peter Michaelsen.
Spurningurin er so, um Føroyar blanda seg upp í hernaðarligt stórveldisstríð við at fáa ein radara upp her.
– Tað meini eg ikki. Har sigla longu donsk inspektiónsskip kring Føroyar, og helikoptarar flúgva eisini. Tíðin har mann kundi vera uttanveltaður hernaðarligt er farin, sigur Hans Peter Michaelsen.
– Einhvør tjóð hevur rætt til at halda eyga við sínum loftrúmi og havøki. At ein radari kemur upp í Føroyum, merkir ikki, at tað fer at fáa hernaðarligar avleiðingar. Øll suveren lond hava tørv á at halda eyga við sínum øki, sigur hann.
Hernaðargreinarin meinar eisini, at radarin kann koma føroyingum til gagns upp á aðrar mátar enn einans til hernaðarlig endamál í sambandi við ting, sum flúgva í luftini. Hann tekur saman um:
– Eg vóni, at Føroyar siga ja, tí eg rokni við, at tað er til fyrimuns fyri Føroyar, sigur Hans Peter Michaelsen.