Eftir ætlan skuldi Hernaðarfrágreiðingin handast løgmanni ein av fyrstu døgunum í september. Nú skriva vit 10. september og eingin Hernaðarfrágreiðing er komin enn. Rúni Joensen, løgmansfultrúði, sigur, at ávísar praktiskar forðingar hava seinkað útgávuni av frágreiðingini. Hesar forðingar eru uppseting, umbróting, prent og annað líknandi. Men nú er komið so mikið langt, at gongst sum ætlað, verður frágreiðingin handað løgmanni fríggjadagin 17. september.
Løgmaður hevur biðið um at fáa Hernaðarfrágreiðingina gjørda í sambandi við ein fyrispurning, honum varð settur í Løgtinginum. Tískil er mannagongdin tann, at tá løgmaður fær frágreiðingina, fer hann í tingið, har hann biður um orðið og leggur frágreiðingina fram. Tískil ber ikki til hjá almenninginum at fáa fatur á frágreiðingini fyrr enn hon er handað.