Ein amerikanskur flogskipari er ikki komin aftur í aftur, eftir at hansara F15 stríðsflogfar datt niður í Norðsjónum í morgun.
Tað skrivar BBC.
Stríðsflogfarið, ella jetjagarin, hoyrir heima á RAF Lakenheath støðini í Suffolk í Onglandi, og var á venjing í Norðsjónum, tá tað datt niður.
Amerikanska flogvápnið veit enn ikki at siga, hvør orsøkin var til døttin, og bjargingarlið eru farin at leita eftir bæði flogfari og flogskipara.
F15 stríðsflogførini hava nøkur ár á baki. Tey komu fyri fyrstu ferð í tænastu í 1979, men ein talsmaður fyri amerikanska loftvápnið sigur sambært BBC, at trygdin hjá flogførunum er einastandandi góð.
RAF Lakenheath er størsti av amerikansku lofthernaðarstøðunum hjá USA í Onglandi og er eisini einasta støðin, ið húsar F15 stríðsflogførum.
Eingilskmenn nýttu støðina undir krígnum, men eftir krígslok varð hon stongd, áðrenn amerikanar fyri herstøð har.