Hermund og Alvi lagt saman

»MENTA – skrásettir grannskoðarar spf.« er navnið á nýggju grannskoðarafyritøkuni, sum er úrslitið av eini samanlegging av Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen og Sp/f Alvi Nielsen

Hermund Jacobsen og Alvi Nielsen, skrásettir grannskoðarar, hava lagt virksemið saman í eina fyritøku sum nú eitur »MENTA – skrásettir grannskoðarar spf.«


“Vit hava tikið hetta stigið fyri at brynja okkum betri út og fyri at kunna veita kundum okkara eina enn betri tænastu”, siga teir báðir í stuttari viðmerking, áðrenn blaðið fór til prentingar.


Sp/f Grannskoðaravirkið Hermund Jacobsen varð stovnað 1. november 1987 og hevur sostatt 20 ár á baki. Sp/f Alvi Nielsen varð stovnað 21. november 2005. Hermund og Alvi hava báðir drúgvar royndir sum grannskoðarar.


Alvi hevur starvast tilsamans 23 ár sum grannskoðari, harav 20 ár hjá P/f Grannskoðaravirkið Inpact, og sløk trý ár sum sjálvstøðugur. Hermund hevur tilsamans arbeitt sum grannskoðari í 25 ár, harav fimm ár hjá Rasmussen og Weihe og tey 20 sum sjálvstøðugur.


Í dag starvast tilsamans 9 fólk hjá »MENTA – skrásettir grannskoðarar«, sum er vorðið eitt av teim størru grannskoðaravirkirjunum í landinum.


mg