Hermes House Band flutt í tjaldið

Hermes House Band fer at hava sína konsert í Tjaldinum, tí veðrið er ikki til framførslu á stóra palli

Summar Festivalurin hevur gjørt fleiri broytingar í skránni, nú veðrið er blivið so illsligt, at fleiri framførslur ikki kunnu verða á stóra palli.

Hermes House Band, sum skuldi spæla kl 23.00 á Vágsbøi, spælir í staðin í Tjaldinum kl. 01:00. Framførslan við Páll Finnur Páll er avlýst. Eyðun Nolsøe endar kvøldið við framførslu í Tjaldinum kl. 03:00.

Skráin á Torginum verður sum ætlað.