Alt fleiri limir í amerikonsku Kongressini krevja nú, at george W. Bush, forseti, skal fara undir samráðingar, sum skulu hava til endamáls at taka teir amerikonsku hermenninar úr Irak.
Millum teirra, sum krevja hermeninar heimaftur, er tann kendi senatorurin Edward Kennedy. Hann heldur, at amerikanska hjáveran í Irak er vorðin ein trupulleiki heldur enn ein loysn, og tí vil hann hava forsetan at fara undir fyrireikingar til at taka hermenninar heimaftur. Esward Kennedy sigur, at megnar forsetin ikki at taka tær neyðugu avgerðirnar, eru demokratarnir til reiðar at hjálpa honum.
George W. Bush, forseti, hevur sagt, at hann er sinnaður at taka hermenninar úr Irak, so skjótt ein iraksk stjórn biður hann gera tað. Hinvegin væntar hann ikki at fáa eina slík áheitan, sigur hann.