Turkiskir trygdarhermenn hava gjørt av við mannin, sum rændi eina ferju í Izmir-víkini har vesturi í landinum í seinnapartin í gjár. 18 ferðafólk vóru umborð umframt manningina, sum taldi seks, og tey høvdu tað øll gott.
Turkiski flutningsmálaráðharrin, Bibali Yildirim, segði í gjárkvøldið, at tað vóru kurdiskir uppreistrarmenn, sum høvdu tikið ræðið umborð á ferjuni. Tá varð sagt, at tað vóru fýra ella fimm menn, sum høvdu rænt ferjuna, men í morgun siga tíðindini, at tað var ein einsamallur maður.
Ferjan, sum eitur Kartepe, varð rænd um fýratíðina okkara tíð í gjár, og myndugleikarnir sendu alt fyri eitt sjóverjuskip og tyrlur á staðið. Í nátt tóku trygdarhermenn seg umborð á ferjuna og skutu rænaran.










