Suðurkoreanskir hermenn skutu í gjár eftir einum suðurkoreonskum ferðamannaflogfari, tí teir hildu, at flogfarið var norðurkoreanskt. Hendingin var tætt við markið millum tey bæði londini.
Verjumálaráðið í Suðurkorea sigur, at hermenn á oynni Gyodong skutu eftir flogfarinum, sum var á veg úr Kina til Incheon-flogvøllin uttan fyri høvuðstaðin Seoul. Oyggin Gyodong er bara ein knappan fjóðring frá norðurkoreonsku strondini.
Ein hernaðartalsmaður sigur fyri tíðindastovuni Yonhap, at skjótingin vardi einar 10 minuttir, men at flogfarið var so høgt uppi, at riflurnar hjá hermonnunum bóru ikki.
Franska tíðindastovan AFP skrivar, at 119 fólk vóru umborð á flogfarinum, sum suðurkoreanska flogfelagið Asiana eigur.